- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her er nýggja norska stjórnin
Níggju kvinnur og níggju menn manna nýggju borgarligu stjórnini í Noregi. 11 umboða Høgraflokkin og sjey Framburðsflokkin.
Erna Solberg, nýggi forsætisráðharrin, kunngjørdi nøvnini á ráðharrunum í Stórtinginum fyrrapartin, áðrenn leiðin gekk til kongsborgina har, stjórnin skuldi halda sítt fyrsta statsráð saman við gongi.
Erna Solberg, forkvinna í Høgraflokkinum, verður forsætisráðharri. Hon er 52 ára gomul og hevur fyrr verið ráðharri í kommunumálum.
Her eru ráðharrarnir
Hini 10 stjórnarumboðini hjá Høgra eru hesi:
Børge Brende uttanríkisráðharri, Bent Høie handilsmálaráðharri, Jan Tore Sanner kommunumálaráðharri, Elisabeth Aspaker fiskimálaráðharri, Torbjørn Roe-Isaksen útbúgvingarmálaráðharri, Thorild Widvey mentamálaráðharri, Ine Eriksen Søreide verjumálaráðharri, Monica Mæland vinnumálaráðharri, Tine Sundtoft umhvørvisráðharri, og Vidar Helgesen verður serligur ráðharri í forsætismálaráðnum.
Umboðini hjá Framburðsflokkinumt eru Siv Jensen, sum verður fíggjarmálaráðharri, Solveig Horne, sum verður barnamálaráðharri, Ketil Solvik-Olsen samferðsluráðharri, Robert Eriksson arbeiðsmálaráðharri, Tord Lien olju- og orkumálaráðharri, Anders Anundsen løgmálaráðharri, og Sylvi Listhaug, sum verður andbúnaðarráðharri.