Samgongan viðger tunnilsmálið av nýggjum

bannari
Samgongan viðger tunnilsmálið av nýggjum
Uppskot til loysn verður eftir ætlan klárt um tvær vikur, siga samgonguflokkarnir eftir samgongufundin í dag
Samgongan fer nú undir eina nýggja tilgongd í tunnilsmálinum
 
02.09.2013 - 18:10

Skal Eysturoyartunnilin gerast veruleiki, er neyðugt at viðgera tunnilsmálið av nýggjum.

Tað siga samgonguflokkarnir í tíðindaskrivi eftir samgongufundin í Tinganesi seinnapartin.

Nýggj tilgongd

Sum fyrsta stig fara formenninir í samgonguflokkunum saman við landsstýrismanninum í innlendismálum at viðgera støðuna og leggja til rættis eina tilgongd, ið kann bera á mál. Í viðgerðini verður eisini lagt upp fyri tí tilgongd, ið ein politiskur bólkur við samgongu- og andstøðulimum, er í gongd við viðvíkjandi Suðurleiðini.

Við í viðgerðini vera embætisfólk umboðandi Landsverk, Innlendismálaráðið, Vinnumálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Løgmansskrivstovuna. Uppskot til loysn verður eftir ætlan klárt um tvær vikur, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962