Kunngerðin um menningarkvotur sent til hoyringar

bannari
Kunngerðin um menningarkvotur sent til hoyringar
Hesa ferð ætlar landsstýrismaðurin at lata 11.711 tons av svartkjafti, 3159 tons av makreli og 4695 tons av norðhavssild sum menninarkvotu
 
19.01.2019 - 09:53

Kunngerðin um menningarkvotur fyri 2019 er nú sent til hoyringar.

Hesaferð ætlar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at lata 11.711 tons av svartkjafti, 3159 tons av makreli og 4695 tons av norðhavssild sum menningarkvotu.

Nøgdirnar, sum søkjast kann um hesa ferð, eru sostatt munandi lægri enn menningarkvoturnar fyri 2018, tá ávíkavist 41.912 tons av svartkjafti, 8.749 tons av makreli og 7.510 tons av norðhavssild vórðu latin sum menningarkvotur.

Tað kemst í stóran mun av, at stórur partur av menningarkvotunum fyri 2018 eru galdandi í meira enn eitt ár - tað vil siga, at tær eru eisini partur av samlaðu kvotunum fyri 2019.

Lógin um sjófeingi sigur, at latast kunnu í mesta lagi 8,5% av samlaðu føroysku kvotuni av ávísa fiskaslagnum sum menningarkvota.

Aftur í ár kann menningarkvota latast fyri eitt ár, tvey ár, trý ár ella fýra ár. Sambært uppskotinum til kunngerð skal í minsta lagi ein fjórðingur av tonsunum latast fyri eitt ár.

Ein broyting í mun til í fjør er, at tá segði kunngerðin, at trý fólk sita í metingarnevndini. 

Nýggja uppskotið til kunngerð fyri menningingarkvotur í 2019 sigur, at seks fólk sita í metingarnevndini.

Tá Høgni Hoydal í fjørsummar setti metingarnevndina, vórður Gestur Hovgaard, Guðrið Andorsdóttir og Arnbjørn Egholm vald sum limir, og Ásmundur Guðjónsson, Bartal Dulavík og Rúna Hjelm vald sum varalimir.

Treytirnar, sum metingarnevndin skal arbeiða út frá, eru stórt sæð tær somu í ár sum í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977