Bøndur fáa 8,4 mió. kr. at hoyggja fyri

Bøndur fáa 8,4 mió. kr. at hoyggja fyri
Fíggjarnevndin tekur undir við landsstýrinum, við teirri treyt, at stuðulin fer beinleiðis til økta framleiðslu av føroyskum stráfóðri
 
18.09.2013 - 08:50

Í dag fer løgtingið at samtykkja, at bøndur sum sjálvir hoyggjaðu í fjør og í ár, skulu fáa tilsamans 8,4 miljónir kr. í studningi.

Teir fáa stuðulin eisini fyri 2012, hóast løgtingið ikki fyrr enn í mai í ár, broytti lógina fyri Búnaðargrunnin, so hann komandi seks árini, skal rinda 4,2 miljónir kr. til Búnaðarstovuna, sum síðani skal rinda bøndrum pengarnar sum stuðul.

Tekur undir við landsstýrinum

Fíggjarnevndin tekur undir við landsstýrinum, treytað av, at stuðulin fer beinleiðis til økta framleiðslu av føroyskum stráfóðri, sum skal gera bøndurnar meira fíggjarliga sjálvbjargnar í framtíðini.

Triðja viðgerð er av málinum á løgtingsfundinum, sum byrjar klokkan 10 fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859