Málið um Neista-høllina endað

Málið um Neista-høllina endað
Tórshavnar býráð rindar hondbóltsfelagnum 1,2 mió. kr. sum endaliga fíggjarliga uppgerð
 
17.09.2013 - 08:05

Býráðið í Havn endaði í gjárkvøldið meira enn tíggju ára gamla málið um høllina hjá handbóltsfelagnum Neistanum við Landavegin. Býráðið samtykti einmælt at lata Neistanum 1,2 milliónir krónur sum endaliga fíggjarliga uppgerð.

Og samstundis verður leigusáttmálin um byggilendið frá 2008 strikaður, og kommunan fær øll rættindi til lendið. Neistin gjørdi stykkið klárt at byggja ítróttarhøll á.

Sambært býráðnum brúkti Neistin góðar 5,3 mió. kr. til fyrireikingar, planering og annað. Av teimum eru 60 prosent, 3,2 milliónir, stuðul frá kommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946