- Tíðindi, mentan og ítróttur
200 traðkar til fyri Reptile Youth
200 traðkar til fyri Reptile Youth
Flogferðslan darvar bólkum á ársins G! Festivali at koma til landið.

18.07.2013 - 19:30
Danski bólkurin Reptile Youth, ið eftir ætlan skuldi spæla á Gøtusandi í kvøld, er ikki komin til landið og tískil er teirra framførsla avlýst. Í teirra stað traðkar føroyski punkbólkurin 200, sum fer á pall á sandinum kl. 21:40.
G! Festivalurin heitir á fólk um at kunna seg um skránna umvegis miðlarnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV