Professari: Sildatrætan álvarsmál fyri ríkisfelagsskapin

Professari: Sildatrætan álvarsmál fyri ríkisfelagsskapin
Uffe Østergård, professari á Copenhagen Business School, minnist einki annað mál, har mótsagnirnar í ríkisfelagsskapinum hava verið sjónligari enn í sildatrætuni
Sildstrætan er eitt álvarsmál fyri ríkisfelagsskapin, sigur ein danskur professari
Mynd: Savsnmynd.  
 
13.07.2013 - 20:30

Stríðið millum Danmark, Føroyar og ES um sildina er nú eisini á breddanum í donskum fjølmiðlum. "Norðurlendskt tríkantsklandur" er heiti á forsíðugrein í Weekendavisen hesa vikuna. Heini í Skorini, stjórnmálafrøðingur hevur skrivað greinina.

ES og Danmark í øðini

ES og Danmark eru í øðini um, at Føroyar hava trífaldað sína sildakvotu, og nú ES hóttir við at seta handilsforðingar í verk móti Føroyum frá 1. august, kann Danmark enda í eini sera torførari tvístøðu um, hvat hevur størst týdning: ES ella ríkisfelagsskapurin. 

Í ringasta føri kann tað henda, at føroyskir trolarar fyri fyrstu ferð í søguni hjá ríkisfelagsskapinum ikki sleppa at leggja at í donskum havnum, eitt nú Esbjerg, Hirtshals og Hanstholm. Og júst í hesum býunum hava føroysk skip havt stóran fíggjarligan týdning.

Álvarsmál fyri ríkisfelagsskapin

Í greinini verður róð framundir, at stríðið snýr seg um annað og meiri enn sildina.

- Hetta er eitt álvarsmál fyri ríkisfelagsskapin, heldur Uffe Østergård, professari í stjórnmálafrøði á Copenhagen Business School. Hann sigur, at tríðið vísir betur enn nakrantíð, at tað ikki er hald í at síggja Danmark sum ein eindarstat undir grundlógini. 

Í hesum stríðnum sita partarnir hvør sínumegin samráðingarborðið, vísir Uffe Østergård á. Professarin minnist einki annað mál, har mótsagnirnar í ríkisfelagsskapinum hava verið sjónligari, skrivar Heini í Skorini í greinini í Weekendavisen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791