- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsetin í Suðurkorea í Grønlandi

Búskaparligu stórveldini í Asia hava av álvara fingið stóran áhuga fyri Grønlandi. Í gjár kom forsetin í Suðurkorea, Lee Myung Bak, á almenna vitjan í Grønlandi. Saman við honum vóru Fríðrikur krúnprinsur og danski umhvørvisráðharrin, Ida Auken.

Samstarv um veðurlagsgransking og ráevni var á dagsskránni, tá forsetin og grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, hittust í Ilulissat í gjárkvøldið.

Møguleikin hjá Suðurkorea, sum er millum heimsins 20 sterkastu lond búskaparliga, at gera íløgur í grønlendsku ráevnisvinnuna skuldi eisini umrøðast.

Landsstýrið vónar, at Danmark og Suðurkorea undirskriva avtalur um grøna orku og umhvørvi, avtalur, sum Grønland kann fáa gagn av.