- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samstarv við Grønland og Áland skal styrkjast

Samstarvið millum Føroyar, Grønland og Áland í norðurlendska arbeiðinum skal styrkjast. Tað eru londini vorðin samd um á fundi á Svalbard, har norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hava havt fund í vikuni.

Annika Olsen er landsstýriskvinna við ábyrgd av norðurlendska samstarvinum

Annika Olsen úr Føroyum, Palle Christiansen úr Grønlandi og Veronica Thörnroos úr Álandi hava skrivað undir felags yvirlýsing, ið skal styrkja samstarvið millum londini, í ráðharraráði og embætisnevndum eins væl og í tingmannanevndum.

Á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Helsinki í heyst er ætlanin, at stjórnarleiðarar og norðurlandaráðslimir í teimum trimum londunum skulu skriva undir eitt skjal, ið staðfestir hetta samstarvið.