- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ríkisfelagsskapurin verður styrktur

Ríkisfelagsskapurin er á ongan hátt í vanda. Og harafturat skal hann styrkjast. Tað er niðurstøðan eftir ríkisfundin í Igaliko í Suðurgrønlandi í gjár.

Sermitsiaq skrivar frá tíðindafundinum eftir ríkisfundin, at Helle Thorning-Schmidt, Kaj Leo Holm Johannesen og Kuupik Kleist eru samd um, at ríkisfelagsskapurin skal styrkjast. Og ríkjafelagsskapurin hjá løgmanni verður av ongum á hesum sinni.

Vil hava leiðreglur

Tvørturímóti segði løgmaður á tíðindafundinum, sambært Sermitsiaq, at ríkisfelagsskapurin skal ikki avtakast. Ríkisfelagsskapurin stendur fyri styrktum samstarvi. Kaj Leo Holm Johannesen segði, at tað er umráðandi at fáa leiðreglur fyri, hvussu samstarvið eigur at verða í framtíðini, eisini viðvíkjandi uttanríkispolitikkinum.

Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, kunngjørdi, at samstarvið í ríkisfelagsskapinum er styrkt, bæði innanríkis og uttanríkis. Samstarvsnevndir verða styrktar, og londini lata hvørjum øðrum fleiri upplýsingar.