- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ríkisfundurin er í dag

Árligi ríkisfundurin millum forsætisráðharran, landsstýrisformannin og løgmann verður klokkan fýra seinnapartin í dag grønlendska tíð, tað er í kvøld okkara tíð. Fundurin verður í Igaliku í Suðurgrønlandi.

Løgmaður og hansara fólk fara úr Keypmannahavn í morgun til Narsarsuaq, hagar grønlendska sendinevndin og tann danska koma úr Nuuk. Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, hevur verið á almennari vitjan í Grønlandi í nakrar dagar.

Hálvur annar tími

Hálvur annar tími er settur av til ríkisfundin. Eftir ríkisfundin verður tíðindafundur. Í morgin fara Helle Thorning-Schmidt, Kuupik Kleist og Kaj Leo Holm Johannesen útferðir.

Sambært løgmanni er millum annað menning av samstarvinum í ríkisfelagsskapinum, yvirtøka av útlendingamálum og makrel-ósemjan á skránni fyri ríkisfundin í dag.