- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helle Thorning vil ikki hava samveldi

Tað verður ikki við Helle Thorning Smith sum forsætisráðharra, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fær dreymin um ein ríkjafelagsskap uppfyltan.

- Eg síggi ikki Danmark sum part av einum samveldi ella nøkrum, sum minnir um tað, sigur danski forsætisráðharrin við Politiken.

Í greinarøðini upp undir ríkisfundin er Politiken komin til forsætisráðharran, Helle Thorning-Schmidt. Undan henni hava bæði løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin sett orð á sínar tankar um eitt meiri nútímans samstarv millum londini.

Men Helle Thorning-Schmidt sær onga orsøk til at sleppa ríkisfelagsskapinum og lata eina aðra skipan kom í staðin.Tvørturímóti.

Sterkur ríkisfelagsskapur

- Eg síggi ikki Danmark sum part av einum samveldi ella nøkrum, sum líkist tí. Vit hava ein sterkan ríkisfelagsskap, sum byggir á grundlógina. Hvat kann koma um 20 ár, er trupult hjá mær at taka støðu til, sigur Helle Thorning Smith.

- Ríkisfelagsskapurin er heilt serligur, og vit skulu vera ómetaliga glað fyri hann. Eg vóni, at vit bæði um 10 og 20 ár hava ein ríkisfelagskap, sum er nútímansgjørdur, tí tað, vit hava saman, er rættiliga sermerkt, og tað haldi eg at vit eiga at varðveita.

- Eftir mínum tykki ger Ríkisfelagsskapurin okkum øll eitt sindur størri, til gagns fyri okkum øll, sigur Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri í samrøðuni við Politiken.

Ríkisfundurin verður í Suðurgrønlandi seinni í vikuni.