- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krevja at danir rudda upp í skitnum burturkasti

Grønlendskir myndugleikar
eru ikki nøgdir við at burturkast sum liggur í grønlendsku náttúruni frá
amerikanska og danska hervaldinum ikki verður beint burtur. Sambært danska blaðnum
Ingeniøren kann hetta málið enda sum ein álvarsligur politiskur bardagi í ríkisfelagsskapinum.

Grønland krevur at bæði
olja, tungmetallir og annað dálkandi burturkast verður fyribeint beinanvegin.
Danska herurin sigur nei.

Fyrsta orrustan um hetta
málið verður tann 31. august, tá danski verjumálaráðharrin Nick Hækkerup skal á
fund við grønlendska landsstýrismannin fyri umhvørvi, Anthon Frederiksen.
Fundurin verður í Keypmannahavn.

Grønlendska kravið er
sera einfalt.

- Tann grønlendska
umhvørvislógin er galdandi fyri alt Grønland, tað vil siga eisini har herurin
er. Tí skal danski herurin syrgja fyri at rudda upp eftir sær, og tryggja at
hetta ikki hendir aftur, sigur Anthon Frederiksen í samrøðu við Ingeniøren.

Tað eru skrásettir 87
størri og umleið 540 smærri dálkandi køstar í Grønlandi. Nógvir av hesum stava
frá amerikanska herinum og teirra herstøðum í Grønlandi, og teir eru 50 ára
gamlir.

Frederiksen heldur at
Danmark eisini eigur ábyrgdina fyri amerikansku køstunum, tí tað eru danskir
myndugleikar sum hava gjørt avtalurnar við amerikanararnar og loyvt teimum at
hava herstøðir í Grønlandi.

Danski herurin hevur
sagt, at tey ikki gera nakað við køstarnar, um talan ikki er um køstar har vandi er fyri at dálkingin skal
spjaða seg.