- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ríkisfundurin verður í Suðurgrønlandi

Ríkisfundurin í Grønlandi um eina viku verður í bygdini Igaliku í Suðurgrønlandi. Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, fer longu til Grønlands mánadagin, tá hon vitjar Sirius patruljuna í Dannebrog í Eysturgrønlandi.

Síðani fer forsætisráðharrin til Thule, áðrenn hon fer til Nuuk. Forsætisráðharrin og Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, hittast í Nuuk hósmorgunin. Haðani flúgva tey til Narsarssuaq, har Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, bíðar eftir teimum.

Hava fund í Igaliku

Ríkisfundurin verður á Igaliku Bygdehotel seinnapartin hósdagin. Siglt verður til Ikaliku úr Narsarssuaq. 31.august er útferð við tyrlu á skránni. Farið verður til eitt vatnorkuverk, eitt nám og vitjað verður eisini í Brattalíð, har sum Eirikur Reyði búði og fyrsta kirkjan í Grønlandi var.

Á veg til Grønlands steðgar danski forsætisráðharrin ein dag í Íslandi, har hon fer á almenna vitjan.