- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki neyðugt at nútímansgera ríkisfelagsskapin

Um eina viku hittast leiðararnir úr teimum trimum pørtunum av ríkinum til ríkisfund í suðurgrønlendska býnum Igaliku. Undan fundinum hava bæði Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, tosað um broytingar í ríkisfelagsskapinum.

Kuupik Kleist sær fyri sær, at Grønland fer at verða sjálvstøðugt búskaparliga og politiskt, men fer at hava tætt samstarv við Danmark. Og Kaj Leo Holm Johannesen sær fyri sær ríkisfelagsskapin sum tríggjar eindir: trý sjálvstøðug lond í einum felagsskapi.

Danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, fer á ríkisfund við tí boðskapi, at ríkisfelagsskapurin er ein góð skipan, ið allir tríggir partar hava gagn av.

Karmurin er í lagi

Hon heldur, at tað er ikki neyðugt at nútímansgera løgfrøðiliga karmin í ríkisfelagsskapinum. Men ríkisfelagsskapurin broytist, so hvørt fleiri málsøki verða yvirtikin, tí tá fáa Føroyar og Grønland størri sjálvstýri og størri ábyrgd, sigur hon.

Helle Thorning-Schmidt sigur, at spurningurin um loysing skal ikki avgerast í Keypmannahavn. Tann støðan skal takast í Føroyum og í Grønlandi. Men danski forsætisráðharrin dugir ikki at síggja, at einar sjálvstøðugar Føroyar og eitt sjálvstøðugt Grønland kunnu vera innan fyri donsku grundlógina.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum, har eisini ein longri samrøða er við Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra.