- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helle Thorning: Grønlendingar eiga inntøkuna

Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, vísir í dag aftur øllum gitingum um, at rammuavtalan um býti av ráevnisinntøkunum skal endurskoðast.

- Sjálvstýrisavtalan varð samtykt við stórum meiriluta í fólkatinginum, og tá eitt málsøki er yvirtikið, so hava grønlendingar ábyrgdina, og sjálvandi eiga teir eisini inntøkurnar. So einfalt er tað, sigur Helle Thorning-Schmidt í samrøðu við grønlendska kringvarpið í dag.

Vilja hava nýggjar samráðingar

Framsøgufólk í grønlendskum viðurskiftum í fólkatinginum hava annars mælt til, at býtið í ráevnisavtaluni millum Danmark og Grønland verður endurskoðað, eftir at dagblaðið Berlingske hevur skrivað, at inntøkurnar frá einum jarnnámi nærindis Nuuk verða 32 milliardir krónur.

Men hesum vísir forsætisráðharrin aftur.

- Vit hava gjørt eina sjálvstýrisavtalu, og hana skulu vit standa við. Eg haldi, at hon er góð, tí avtalan gevur grønlendingum møguleika at yvirtaka málsøki, tá teir hava hug at yvirtaka. Men tá málsøkið er yvirtikið, eitt nú ráevnini, hava grønlendingar ábyrgdina, og grønlendingarnir eiga eisini inntøkuna, sigur Helle Thorning-Schmidt.

Mótrokna í heildarveitingini

Í sjálvstýrisavtaluni er ásett, at Grønland fær fyrstu 75 milliónir krónurnar av ráevnisinntøkunum. Síðani skulu tær býtast javnt millum Danmark og Grønland, og danski parturin verður mótroknaður í heildarveitingini. Tá inntøkurnar fara upp um tað, sum Grønland fær í heildarveiting, skal samráðast av nýggjum um býti av ráevnisinntøkunum.