- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava ávirkan á fíggjarlógina

Nú danska fíggjarlógin fyri 2013 skal gerast liðug, hevur fólkatingskvinnan hjá Grønlandi, Sara Olsvig í Inuit Ataqatigiit, nýtt høvið at minna stjórnina á, at fólkatingslimir hjá Grønlandi og Føroyum eiga lívið í stjórnini, tí uttan Grønland og Føroyar hevur stjórnin ikki neyðugan meiriluta í fólkatinginum.

Sambært grønlendskum fjølmiðlum hevur Sara Olsvig havt fund við Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharra, um grønlendsku áhugamálini í donsku fíggjarlógini.

Sara Olsvig hevur eisini hitt aðrar danska ráðharrar í sambandi við fíggjarlógina fyri 2013.