- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil samráðast beinleiðis við stjórnarleiðarar

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, vil hava danskar myndugleikar at verða meiri smidligar, tá Grønland hevur samband við onnur lond.

- Í løtuni hava vit nógv samband við umheimin, men tað ber ikki til at hava beinleiðis samband við eitt nú stjórnarleiðarar, tí vit eru ikki at meta sum eitt ríki, sigur Kuupik Kleist í samrøðu við Politiken.

- Var eg danskur forsætisráðharri, hevði eg tikið bæði føroyskar og grønlendskar politikarar upp á ráð og verið meiri smidligur, tá ið ræður um tað formliga í hesum máli, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin.

Størri sjálvstýri

Kuupik Kleist vil ikki siga, hvørjum leisti hann væntar, at Grønland verður stýrt eftir í framtíðini, men hann vónar at fáa størri sjálvstýri.

- Vit flyta okkum sum tjóð til at gerast eitt ríki. Tað kann vera, at vit gerast eitt lýðveldi, ella at vit eins og londini í Commonwelth hava felags kongshús við Danmark. Tað, sum hevur týdning er, at grønlendingar hava ræði í sínum egna landi, sigur Kuupik Kleist í samrøðuni við Politiken.