- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kuupik Kleist: Grønland gerst meir sjálvstøðugt

- Var eg danskur
forsætismálaráðharri, so hevði eg gjørt alt fyri at Føroyar og Grønland vóru
verandi í ríkisfelagsskapinum, sigur landsstýrisformaðurin Kuupik Kleist í
samrøðu við ábyrgdarblaðstjóran á Politiken, Bo Lidegaard í sambandi við, at
ríkisfundur verður í Grønlandi seinast í mánaðinum.

Greinin er onnur greinin av
trimum, sum Politiken hevur við politisku leiðararnar í ríkisfelagsskapinum.
Seinasta sunnudag var grein við Føroyar løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, sum
í vikuni hevur elvt til nógv kjak.

Eyguni vendast móti Grønlandi
Kuupik Kleist,
landsstýrisformaður í Grønlandi væntar, at Grønland tey komandi árini fer at
gerast meiri sjálvstøðugt, men at vit væntandi fara at samstarva um
verjupolitikkin og um umhvørvismál, sum viðkoma øllum heiminum.

Tónin í greinini ber brá av
støðuni í Grønlandi í løtuni.

- Áhugin fyri Grønlandi
veksur, tí hetta er arktiska økið, har størstu veðurlagsbroytingarnar henda. Grønland er saman við
restini av ríkisfelagsskapinum við í einum strategiskum spæli. Tað snýr seg um markið í
Íshavinum við Norðpólin. Siglirutuna til Asia við útnyrðingsleiðina. Og tað snýr seg í stóran mun um olju og
mineralir í grønlendsku undirgrundini. So er spurningurin, hvussu
grønlenska samfelagið megnar hesar avbjóðingar, sigur Kleist.

Politiken hitti Kuupik
Kleist í juni har tosað varð um framtíðina í ríkisfelagsskapinum.

Kuupik Kleist hevur
sitiðfólkatinginum fyri nøkrum árum síðan Inuit Ataqatigiit, har hann var ein
íðin fortalari fyri sjálvstýri í Grønlandi.

Meir samstarv
Kuupik Kleist sær fyri sær,
at Grønland fer at verða sjálvstøðugt búskaparliga og politiskt, men fer at
hava tætt samstarv við Danmark.

- Og eg ímyndi mær tað sama
við Føroyum, sigur Kuupik Kleist.

- Men var eg forsætisráðharri
í Danmark, hevði eg gjrøt alt fyri at varðveitt Føroyar og Grønland i
Ríkisfelagsskapinum, sigur hann. Tí tað snýr seg jú um 98 prosent av øllum
økinum í danska kongaríkinum. Og Grønland hevur størst týdning í arktiska
økinum, sigur hann.

Men hvat skal til, fyri at
landsstýrisformaðurin vil varðveita ríkisfelagsskapin?

Kuupik Kleist heldur tað
vera løgi, at Danmark skal umboða okkum uttanlands og tosa við aðrar
statsleiðarar um arktisk og grønlendsk viðurskifti.

- Eg hevði roynt at fingið
bæði grønlendskar og føroyskar politikarar við so nógv sum til ber. Men mítt ynski er at fáa
eitt sjálvstøðugt Grønland í tøttum samstarvi við Danmark

Eisini vónar
landsstýrisformaðurin, at Grønland fær sjálvstøðugan limaskap í ST.

- Vit arbeiða framímóti
størri sjálvstýri og einum sjálvstøðugum uttanríkispolitikki. Kanska fara vit
at hava felags verjupolitikk við Føroyar og Danmark.

Kleist heldur, at tað fyri
Grønland er best at hava beinleiðis samband við Kina, men vit vilja fegin hava
danska uttanríkisráðið undir liðini, tí tey hava eitt stórt apparat, sum kann
greina og skriva, og tað kann vera trupult hjá okkara lítlu
uttanríkistænastu, sigur hann.