- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lafayette kemur kanska aftur

Tað er ikki útilokað, at Lafayette kemur aftur til Føroya seinni at taka móti makreli her. Tað sigur Ludvík við Stein, umboðsmaður hjá Lafayette, nú skipið er á veg til Grønlands.

Eftir døgurða loysir Lafayette, sum liggur við oljukaina á Høgabóli, og fer út á Skálafjørðin at liggja, til øll loyvi eru komin, so Lafayette kann fara til Grønlands at taka móti makreli frá Erika, skipinum hjá Polar Seafood.

Hóast Lafayette ikki verður móttøkuskip í Føroyum í hesum umfarinum, hevur Fjord Fishing and Finance Company, sum hevur leigað Lafayette, havt Fiskiveiðueftirlitið umborð at góðkenna innvigingarskipan og annað, sum krevst fyri at virka sum móttøkuskip í Føroyum.

Ludvík við Stein væntar at Lafayette fer til Grønlands seinni í dag.