- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tollfrí søla í Grønlandi letur uppaftur

Tollfría sølan í grønlendskum floghavnum letur uppaftur 1. november.

Hesum boðaði Maliina Abelsen, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, frá í gjár, tá uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár varð lagt fram.

Tollfría sølan helt uppat 1. januar 2010, tí landsstýrið hevði vónir um at fáa størri inntøkur frá avgjøldum, tá rúsdrekka einans kundi keypast handlinum. Men landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur, at tað hevur ikki eydnast at skjalprógva, at avgjøldini eru vaksin, sigur grønlendska kringvarpið.

Tí verður tollfría sølan í floghavnunum latin uppaftur 1. november. Ferðafólk, sum koma til Grønlands, kunnu keypa tríggjar fløskur av reyðvíni, ein litur av brennivíni og eitt kartong av sigarettum tollfrítt.