- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland skal hava uttanríkisráð

Tíðin er um at vera búgvin, at Grønland fær sítt egna uttanríkisráð.

Tað sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, í samrøðu við blaðið AG.

Kuupik Kleist vísir á, at stórveldini hava fingið stóran áhuga fyri ráevnunum í grønlendsku undirgrundini, og tað setur krøv. Sum er hevur uttanríkisdeildin hjá Sjálvstýrinum bert níggju starvsfólk, og tað er ikki nóg mikið, nú avbjóðingarnar eru so stórar.

- Grønland hevur brúk fyri størri rásarúmi í uttanríkispolitkkinum, sigur Kuupik Kleist við AG.

Grønlendski landsstýrisformaðurin sigur, at tað tykist, sum alt snýr seg um Danmark. Men fær ríkisfelagsskapurin tillutað størri øki við Norðpólin, eigur Grønland tey. Talan verður ikki um, at eitt danskt øki fer at liggja við Norðpólin, sigur hann.

Kuupik Kleist veit ikki at siga, nær eitt uttanríkisráð verður stovnað í Grønlandi, men tíðin nærkast, sigur hann.

AG gitir, at málið verður umrøtt á ríkisfundinum í Grønlandi í næstum, har Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, eisini verður við.