- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland onga hvalakvotu

Á nýggjárinum hevur Grønland onga hvalakvotu.

Tað er avleiðingin, nú uppskotið um at hækka grønlendsku hvalakvotuna fall á fundi í Altjóða Hvalaveiðunevndini og eingin nýggj kvota varð ásett.

- Hetta merkir, at Altjóða Hvalaveiðinevndin í veruleikanum hevur tikið seg seg úr samráðingunum um at áseta Grønlandi nýggja hvalakvotu, og tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst av nevndini, sigur Ole Samsing, sum umboðar ríkisfelagsskapin í IWC.

Hann vísir tó aftur, at Grønland og Danmark umhugsa at taka seg úr Altjóða Hvalaveiðinevndini

- Men eg kann ikki svara, hvat fer at henda nú. Nú hava vit eitt hálvt ár til at umhugsa støðuna, sigur hann.

Drúgvar fyrireikingar

Danmark og Grønland hava annars brúkt drúgva tíð at fyrireika og leggja fram eina vísindaliga grundgeving fyri at hækka grønlendsku hvalakvotuna úr 211 upp í 221 hvalir.

Men tað uppskotið fall við stórum meirluta ímóti í Altjóða Hvalaveiðinevndini.

Støðan er enn eitt dømi um pínufullu javnvágina, sum Danmark má finna millum krøvini frá hvalavinunum í ES, og atlitinum at Grønlandi og Føroyum, sum søguliga altíð hava verið hvaalveiðutjóðir, skrivar grønlendka blaðið Sermitsiaq.