- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendskur landsstýrismaður á vitjan

Um ólavsøkumundið vitjar grønlendski landsstýrismaðurin, Anthon Frederiksen, í Føroyum.

Hann kemur at vitja føroyska starvsbróður sín, Kára P. Højgaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá 25. til 30. juli.

Anthon Frederiksen er landsstýrismaður í innlendis-, umhvørvis- og kommunumálum, og hann fer á vitjanini í Føroyum at kunna seg um hesi viðurskifti, við tí endamáli at styrkja samstarvið landanna millum, skrivar Innlendismálaráðið.

25. juli hevur Kári P. Højgaard boðið umboðum fyri Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag á fund við grønlendska landsstýrismannin.

Á ferðini verður vitjað ymsastaðni í Føroyum m.a. í Dímun, í Eysturoynni og í Suðuroy.