- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stríðast við Ísland og Grønland um svartkalva

Ein ósemja, sum minnir um makrelósemjuna, hevur stungið seg upp millum Ísland og Grønland øðrumegin og Føroyar hinumegin um felags svartkalvakvotuna.

Fleiri ferðir hava hesi trý strandlondini roynt at fingið eina semju um, hvussu stovnurin skal fiskast, tí fiskiskapurin seinastu árini hevur verið munandi størri enn tilmælið hjá ICES.

15. juni var fundur millum strandalondini í Keypmannahavn, men einki kom burturúr, eins og heldur ongin semja var at hóma á undanfarna fundinum í Nuuk í mai mánaði.

Tveir partar

Sambært heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum kom fram á fundinum í Nuuk, at Ísland og Grønland eru samd um innanhýsis býtið av stovninum, og hvat ein hóskandi partur er fyri Føroyar. Hesin partur var tó ikki nøktandi fyri Føroyar, sum á fundinum í Nuuk legði sítt egna uppskot fram um býti.

Á fundinum í Keypmannahavn kundi føroyska sendinevndin stjótt staðfesta, at Ísland og Grønland ikki vóru sinnað at fara undir veruligar samráðingar við Føroyar. Stutti boðskapurin frá Íslandi og Grønlandi var, at um Føroyar ikki kundu góðtaka uppskotið frá teimum um býtið, sum varð lagt fram í Nuuk, var ongin orsøk at halda fram við samráðingunum millum strandarlondini á hesum sinni, skrivar Fiskimálaráðið.

Fiskimálaráðið ynskir ikki at upplýsa, hvat føroyska kravið til svartkalvakvotu er.

2.000 tons

Seinastu árini hevur føroysk veiðan eftir svartkalva ligið um 2.000 tons. Í fjør vóru 1.700 fiskað í føroyskum sjógvi.

Føroyar hava við fleiri ferðir seinastu árini átalað bæði Ísland og Grønland fyri ábyrgdarleysa fiskiskapin eftir svartkalva.

Svartkalvi við Føroyar, Ísland og við Eysturgrønland er ein felags stovnur. ICES sigur, at meiri enn ráðiligt verður fiskað. Veiðitølini seinastu árini hava ligið áleið 20.000 - 30.000 tons, meðan tilmælini frá ICES hava ligið millum 5.000 og 15.000 tons.