- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland lænir 350 mió. kr.

Grønlendska Sjálvstýrið hevur lænt 350 milliónir krónur úr Norðurlendska Íløgubankanum.

Avdráttartíðin er 15 ár, og rentan verður óbroytt fyrstu sjey árini.

Lánið skal m.a. nýtast til eitt nýtt vatnorkuverk í Ilulissat, sum skal minka oljunýtsluna.

Í løtuni er rentan lág í Norðurevropa, og tí hava grønlendsku myndugleikarnir avgjørt at taka lánið úr Norðurlendska Íløgubankanum, sum eisini tryggjar gjaldførið hjá landskassanum í 2013, upplýsir Maliina Abelsen, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fyri grønlendska kringvarpinum, KNR.

Tá vatnorkuverkið í Ilulissat stendur liðugt næsta ár, fer tað at veita borgarunum í býnum, vinnulívinum og almennum stovnum streym. Verkið verður eisini ført fyri at veita hita.