Uppskriftir: Høsnakjøt á spjóti til fýra persónar

Uppskriftir: Høsnakjøt á spjóti til fýra persónar
Í Mælt hesuferð borðreiddi Jóhanna á Tjaldrafløtti við grillaðum høsnakjøti á spjóti og peanutbutter-sós. Her er uppskriftin
 
24.03.2012 - 23:18

Tilfar

  • 8 træpinnar
  • Vatn
  • 500 g av høsnarungabringu (4 stk.)

 

Marinada

  • 2 súpisk av kinverskari soyu
  • 2 súpisk av lime sevju
  • 2 súpisk av vatni

 

Sós

  • 1 bl av kokosmjólk light
  • 2 súpisk av peanutsbutter
  • 1 súpisk av sukri
  • 1 limefrukt (sevjan)
  • 1 tesk av karri
  • 1 súpisk av kinverskari soyu
  • 1 súpisk av vatni

 

Salat

  • 500 g av brokkoli
  • 400 g av melón
  • 50 g  av smáttskornum nøtum eftir ynski

 

Arbeiðsháttur

  • Legg træpinnarnar í vatn
  • Sker høsnarungabringuna í helvt eftir tí longu síðuni
  • Rør alt tilfari til marinaduna saman
  • Legg kjøtið í marinaduna og set í kuldaskáp í 15 min.
  • Set kjøtið á spjót og legg á eina bakarovnsplátu sum er klødd við bakipappíri
  • Hita ovnin 220 c og set plátuna ovarlaga í ovnin í uml. 10-15 skal verða gylt á liti
  • Koyr  alt tilfari til sósina í eina grýtu  og lat kóka í uml. 5 min.  og smakka til
  • Sker brokkoli í smáar bukettir og legg í eina síl. Stoyt kókandi vatn omanyvir og lat kólna
  • Sker melónina í puntar og blanda samanvið brokkoli
  • Stroy evt. nøtir omnyvir
  • Hav rís ella eplabátar afturvið
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Bolero - Bartok, Hindemith og Rota
187832
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187830
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
Hondbóltur: H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663