Runavíkar kommuna

Nú eru útlit til, at gongd kemur á stóru íbúðarverkætlanina í Saltangará, sum var almannakunngjørd í februar fyri tveimum árum síðan

"Um ein nýggj staðseting aftur skal finnast til tjóðleikhúsið, so er Runavíkar kommuna til reiðar at taka ímóti við opnum ørmum," sigur Tóri Højgaard, býráðslimur

- Tað er púra burturvið, at ferðafólk, sum koma til Føroya við ferðamannaskipum, skulu rinda 225 krónur í burðardygdargjaldi, heldur borgarstjórin í Runavík

Við nýggju turrdokkini kunnu munandi størri skip takast upp á Skála

Upprunaliga var mett, at spillvatnsætlanin fór at kosta 90 milliónir kr. í teimum 15 bygdunum, men býráðið sigur nú, at hon fer ikki at kosta so nógv

Heimistovubrúgvin kallast nýggja gongubrúgvin á Glyvrum, ið er ætlað til at binda vegirnar saman í sambandi við, at ein býarpark skal gerast í Heimistovubønum 

Tá ið graslíkið varð skift á vøllinum við Løkin í fjør, varð gamli vøllurin skorin í petti og tikin av, og nakað seinni fluttur út til fleiri av sparkivøllunum í kommununi.

Eitt fyribils NSÍ-hús skal byggjast við Løkin, meðan bíðað verður eftir at ráð eru til at byggja eitt ordiligt NSÍ-hús, skrivar Sonni Lamhauge Petersen, býráðslimur á Facebook

Tað gongur við rúkandi ferð við svimjihøllini, boðar Runavíkar kommuna í dag frá á heimasíðuni. Fyrsta stigið var at taka gamla millumbygningin niður

Runavíkar kommuna ætlar at selja kommunuskrivstovu á Heiðavegi 26 og flyta. Kommunan flytur tó ikki so langt, tí hon flytur inn í BankNordik-bygningin á Heiðavegi 54

Síður