Spillvatnsætlanin í Runavíkar kommunu kemur á mál næsta ár

Spillvatnsætlanin í Runavíkar kommunu kemur á mál næsta ár
Upprunaliga var mett, at spillvatnsætlanin fór at kosta 90 milliónir kr. í teimum 15 bygdunum, men býráðið sigur nú, at hon fer ikki at kosta so nógv
Í Runavík skal dagførast framvið Fjøruvegnum og gerast nýtt reinsiverk. (Mynd: Runavíkar kommuna)
 
18.03.2024 - 08:45

Runavíkar kommuna kemur á mál við spillivatnsætlanini næsta ár.

Tað sigur kommunan á heimasíðuni.

Har stendur, at býráðið, sum tók við í 2013, staðfesti, at Runavíkar kommuna ongan veg var komin á økinum, hóast almennu krøvini vóru, at alt skuldi vera liðugt tvey ár seinri.  

Metingin tá var, at øll verkætlanin í teimum 15 bygdunum, fór at kosta omanfyri 90 milliónir krónur. 

Men so nógv fer ætlanin ikki at kosta, sigur býráðið nú. Valdu loysnirnar eru bíligari í rakstri og íløgum.

 

Átta bygdir avgreiddar

Átta bygdir eru avgreiddar. Tær eru Funningsfjørður, Oyndarfjørður, Skála, Søldarfjørður, Rituvík, Glyvrar, Elduvík og Saltangará. Skálafjørður verður avgreiddur í ár.

Nakrar miðalstórar verkætlanir eru eftir.

Í Runavík skal dagførast framvið Fjøruvegnum og gerast nýtt reinsiverk.

Í Æðuvík og í Lamba skulu havleiðingar ávikavist umvælast og gerast. Í Funningi er prosjekteringin liðug.

So er tvær bygdir eftir. Tær eru Skipanes og Lambareiði.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035