Burðardygdargjald kann oyðileggja vinnuna við ferðamannaskipum

Burðardygdargjald kann oyðileggja vinnuna við ferðamannaskipum
- Tað er púra burturvið, at ferðafólk, sum koma til Føroya við ferðamannaskipum, skulu rinda 225 krónur í burðardygdargjaldi, heldur borgarstjórin í Runavík
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjori í Runavíkar kommunu
Mynd: Savnsmynd  
 
13.04.2024 - 14:51

Tað eru góðar inntøkur í ferðamannaskipum, og Runavík leggur nógv fyri at fáa ferðamannaskip at leggja leiðina framvið Runavík. 

Men nýggja gjaldið, ið Høgni Hoydal, landsstýrismaður, ætlar at leggja á øll ferðafólk, ið koma til landið kann oyðileggja meira enn gott er

- Tað er púra burturvið, at ferðafólk, sum koma til Føroya við ferðamannaskipum, skulu rinda 225 krónur í burðardygdargjaldi, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Tórbjørn Jacobsen heldur, at uppskotið hjá landsstýrinum fer nærum at beina fyri allari vinnu, ið hevur við ferðamannaskip at gera. 

Tað ger borgarstjórin greitt í grein á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu. 

 

1666760

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308