- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongslaður fyri kynsliga misnýtslu av børnum
Løgreglan handtók fyrradagin ein mann og skuldsetti hann fyri fleiri brot á ásetingar í revsilógini, sum snúgva seg um at hava í varðveitslu og at senda víðari barnapornografiskt tilfar, viðvirkan til neytøkuroynd og aðrar kynsligar gerðir framdar móti børnum undir 12 ár, upplýsir løgreglan í tíðindaskrivi.
Gerðirnar eru framdar á internetinum, og børnini eru ikki eyðmerkt.
Maðurin var í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í gjár varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Kanningardeildin hjá løgregluni hevur arbeitt við málinum í eina tíð, og kanningarnar eru ikki lidnar.
Tær fevna um m.a. um teldur og onnur elektronisk tól hjá manninum, sum kunnu geva ábendingar um, um brotini eru meira umfatandi, ella talan er um fleiri brot, sigur løgreglan.