Tryggari at flúgva

Tryggari at flúgva
Flogvanlukurnar eru fækkaðar, tí størri dentur verður lagdur á trygdina, sigur serfrøðingur
2023 var tryggasta árið higartil í vinnuligari flogferðslu. (Savnsmynd)
 
12.01.2024 - 08:49

- Árið í fjør var tað tryggasta í altjóða vinnuligari flogferðslu, síðani farið varð undir at skráseta flogvanlukkur.

Tað sigur Hans Christian Stigaard, ið áður hevur verið ferðslustjóri í floghavnini í Keypmannahavn, men sum nú starvast sum ráðgevi í flogferðslutrygd.

Í fjør vóru skrásettar 50 flogvanlukkur, harav tvær teirra høvdu vanlukkuligar avleiðingar og kravdu tilsamans 86 mannalív.

Hans Christian Stigaard sigur við Politiken, at tað, at flogvanlukkurnar eru færri í tali, stendst av, at størri dentur verður lagdur á trygdina enn fyrr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV