- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bestu og næstbestu í Betri deildini
Betri deildin hjá kvinnum í fótbólti fær nú grundspæl og endaspæl, hevur Fótbóltssambandið avgjørt.
Kappingin byrjar 25.mars og endar 19.oktober.
Í ár eru níggju lið í kappingini.
Í grundspælinum spæla liðini tvær ferðir móti hvør øðrum.
Síðani fara nummar eitt til fimm í bólk fyri seg, har tey kappast um Føroyameistarheitið.
Hini liðini kappast um at vinna niðara bólkin.
Haraftat vera ein steypakapping aftrat teirri vanligu.
Hon er fyri liðini, sum eru í niðara bókinum í endaspælinum, umframt feløgini, sum hava sítt besta lið í fyrstu deild.
Kappingarárið hjá kvinnum byrjar annars við stórsteypadystinum millum KÍ og NSÍ, sum verður á Tórsvølli leygardagin 9.mars, sama dag, sum Betri deildin hjá monnum byrjar.