Tóku minni laks í fjør

Tóku minni laks í fjør
Alivinnan í Føroyum tók 10 prosent minni laks í fjør enn í 2022
Laksatøkan var 10 prosent minni í fjør enn í 2022.
 
10.01.2024 - 06:04

Alivinnan í Føroyum tók 10 prosent minni laks í fjør enn í 2022.

Tøkan í fjør var 80.500 tons í kruvdari vekt, 98.000 tons í rundari vekt.

Hon var 89.000 tons í 2022.

Hetta svarar til slakar tvær milliónir laksar.

Miðalvektin í fjør var 4,82 kg., nakað tað sama sum í 2022, tá hon var 4,81 kg., upplýsir 
Havbúnaðarfelagið.

Felagið skrásetir hvørja viku tøkutølini hjá føroysku laksaalifeløgunum og kunnger tey á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV