Vil hava pantnevnd

Vil hava pantnevnd
Handilsvinnufelagið heldur, at ein pantnevnd skal setast at tryggja, at pantskipanin, sum Umhvørvismálaráðið hevur uppskot um, altíð er effektiv
Handilsvinnufelagið vil hava pantnevnd og undantak fyri bensinstøðir.
 
10.01.2024 - 05:55

Handilsvinnufelagið heldur, at ein pantnevnd skal setast at tryggja, at pantskipanin, sum Umhvørvismálaráðið hevur uppskot um, altíð er effektiv.

Annars tekur Handilsvinnufelagið yvirskipað undir við uppskotinum, men heldur tó, at uppskotið 
hevur ávísar manglar.

Skipanin er ikki nóg effektiv sambært uppskotinum, heldur felagið.

Handilsvinnufelagið hevur oftari enn einaferð gjørt Umhvørvismálaráðið varugt við, at brúk er fyri einari pantnevnd.

Felagið mælir til, at í slíkari nevnd vera tey í handilsvinnuni, sum fara at umsita pantskipanina, tað eru innflytarar, framleiðarar og sølustøð.

Handilsvinnufelagið heldur eisini, at bensinstøðir eiga at sleppa undan at taka pantvørur, tí tær hava ikki pláss til tær.

Í lógaruppskotinum eru til dømis matstovur, barrir, kaffistovur og móttøkur á hotellum undantiknar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV