- Tíðindi, mentan og ítróttur
Roykur á brennistøðini á Hjalla
Roykur á brennistøðini á Hjalla
Roykurin hevði samband við, at ovnurin verður umvældur í løtuni
08.01.2024 - 08:20
Um níggjutíðina í gjárkvøldið fór sløkkiliðið í Havn til brennistøðina á Hjalla, tí haðani kom nógvur roykur, var fráboðanin.
Men har var ikki eldur í, tí talan var um sokallaðan kontrolleraðan royk.
Ovnurin verður umvældur í løtuni, og tað var í sambandi við ta umvælingina, at roykurin kom.
Men sløkkiliðið hevði ikki fingið boð um hetta, sigur politiið, og fór tí á staðið.
Seinni í gjárkvøldið vóru aftur boð eftir sløkkiliðinum í Havn, hesa ferð til Føroya Tele.
Men talan var ikki um eld, men um tøkniligt brek, sum gjørdi, at boðað var frá eldi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV