- Tíðindi, mentan og ítróttur
18 fiskiskip í heimaflotanum eru úti
Fiskiskapurin er væl og virðiliga byrjaður í nýggja árinum.
Sambært samandrátti hjá Fiskimarknaðinum fyri hesa vikuna eru tvey frystilínuskip undir Ísland, trý eru á Íslandsrygginum og tvey eru á landgrunninum.
Bæði ísfiskalínuskipini liggja.
Um útróður verður sagt, at streymurin er ikki av tí besta, men veðrið verður til vildar, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríið er nú brúkiligt hjá útróðrarbátunum.
Fýra fiska havtaska
Ein djúpvatnstrolari er á Íslandsrygginum og fiskar tosk, og so er ein vestanfyri og fiskar kongafisk.
Um partrolarar sigur Fiskamarknaðurin, at fýra pør eru úti.
Tríggir trolbátar eru á Skeivabanka og fiska havtasku.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku.
Fiskaríð er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku.