Sami leistur sum í fjør um gongd í haga í Mykinesi

Sami leistur sum í fjør um gongd í haga í Mykinesi
Royndirnar í fjør vístu, at tað er ein avgjørdur fyrimunur, at ferðafólkini ganga í bólkum við ferðaleiðara eftir einum skipaðum leisti
Tað kostar 400 kr. fyri hvønn vaksnan útlending at sleppa út um bøgarðarnar í Mykinesi.
 
05.01.2024 - 05:41

Gongdin í haganum í Mykinesi verður skipað eftir sama leisti sum í fjør, siga hagapartarnir í Mykinesi.

Royndirnar í fjør vístu, at tað er ein avgjørdur fyrimunur, at ferðafólkini ganga í bólkum við ferðaleiðara eftir einum skipaðum leisti.

Tí verða túrarnir í ár skipaðir eftir sama leisti, tað er við somu treytum og túrum.

Bara vaksin útlendsk ferðafólk og vinnulig ferðavinna, sum rinda fyri ferðaleiðara og gongugjald, sleppa í hagan. 

Gjaldið verður óbroytt, 400 krónur. Og opið er millum klokkan tíggju fyrrapart og fimm seinnapart.

Føroyingar og børn gjalda einki, men neyðugt er at bóka túrin á hiking.fo. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Hósdag 10. apríl
Andarblak 10. apríl 2025 - Kórsangur
190564
Hósdag 10. apríl
Eitt korter við jazzi 10. apríl 2025
190554
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447