Seks kommunur lækka skattaprosentið í morgin

Seks kommunur lækka skattaprosentið í morgin
Í 12 kommunum hækkar barnafrádrátturin næsta ár
Skatturin minkar mest í Eysturkommunu.
 
31.12.2023 - 12:20

Seks kommunur hava lægri skattaprosent næsta ár enn í ár, vísir yvirlit hjá Taks. 

Í Eysturkommunu fer skatturin úr 20,50 prosentum niður í 19,90 prosent.

Í Sunda kommunu fer skatturin úr 21,50 prosentum í ár niður í 20,95 prosent í 2024.

Í Vestmanna fer skatturin eitt vet niður, úr 21,25 prosentum niður í 21,15.

Eisini í Vága kommunu lækkar skatturin eitt vet, úr 21,75 prosentum niður í 21,50 prosent.

Tað sama kann sigast um Hvalbiar kommunu. Har fer skatturin úr 20,60 prosentum niður í 20,40.

Og í Vágs kommunu er eisini skatkalækking, úr 21,30 prosentum niður í 21,10.

Miðal kommunuskatturin verður 20,02 prosent næsta ár. Hann er 20,08 í ár. 

Í 12 kommunum hækkar barnafrádrátturin næsta ár.

Størsti barnafrádráttur er 10.000 kr. Hann er í Fugloy.

Tann minsti er 5.100 kr. Hann er í Kvívík.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859