Onnur enn SEV sleppa at selja streym

Onnur enn SEV sleppa at selja streym
Nógvar broytingar eru á veg í elveitingarlógini
Stórar broytingar eru á veg um el- og aðra orkuveiting.
 
21.12.2023 - 06:01

Skjótt missir SEV rættin at selja el í smásølu einsamalt.

Onnur feløg sleppa at selja el og orkutænastur. 

Endamálið er at geva fólki størri úrval, so tey kunnu velja eina orkuveitingarloysn, sum hóskar til teirra tørv.

Og reglur um, hvussu el og fjarhiti skulu gerast og seljast, koma nú í somu lóg.

Umhvøvismálaráðið hevur gjørt uppskot um broytingar í elveitingarlógini.

Lógaruppskotið er liður í orku- og veðurlagspolitikki Føroya við tíðarfestum átøkum. 

Endamálið er eisini at gera tillagingar í elveitingarlógini, so elveitingarøkið verður skipað sambært semjuni millum landsstýrið og SEV í mars 2022.

Lógin skal útvega heimild til at ognartaka lendi til orkuútbyggingar.

Sundurbýti

Sundurbýtið millum net og skipanarberandi tænastur øðrumegin og framleiðslueindir og annað virksemi hinumegin verður ásett í lógini.

Millum annað eru eisini reglur um bíligari elorku til orkukrevjandi ídnað.

Umsóknarfreistin fyri sonevnd open-door útboð verður longd til 180 dagar.

Lagaligari og ítøkiligari reglur koma um eginframleiðslu og elnýtslu, har avlopið kann seljast SEV.

Krøv koma um prís á fjarhita, sum verður tengd at, um talan er um brúksskyldu.

Gongst sum ætlað verður uppskotið lagt fyri løgtingið fyrst í februar, sigur Umhvørvismálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636