Gera málið um eldin á Stykkinum liðugt í dag

Gera málið um eldin á Stykkinum liðugt í dag
Tveir menn eru ákærdir fyri at hava brotið inn í húsini og sett eld á
Ttveir menn fyrst í tjúgunum eru ákærdir fyri seint eitt septemberkvøld í 2021 at hava brotið inn í eini hús á Stykkinum og sett eld á húsini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.12.2023 - 08:22

Málið um eldin á Stykkinum í september í 2021 verður gjørt liðugt í Føroya rætti í dag.

Málið var í rættinum fyri góðum tveimum mánaðum síðani, men var tá ikki gjørt liðugt.

Sambært ákæruritinum, eru tveir menn fyrst í tjúgunum ákærdir fyri seint eitt septemberkvøld í 2021 at hava brotið inn í eini hús á Stykkinum og sett eld á húsini.

Annar maðurin skal hava stoytt spritt á eina song og tvær sofur, og skal síðani hava fest í. 

 

Eldurin festi eisini í eini grannahús. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Festi í grannahús

Sambært ákæruritinum bíðaði maðurin inni í húsinum til eldurin logaði. 

Eldurin gjørdist so mikið stórur, at hann festi í eini grannahús. 

Bæði húsini fingu stóran skaða.

Skaðin er fyribils mettur til góðar 3,7 milliónir krónur, stendur í ákæruritinum.

 

Setti eld á bil

Sami maður er eisini ákærdur fyri at hava sett eld á ein bil, hetta hendi sama kvøldið, sum eldurin var á Stykkinum.

Maðurin er eisini ákærdur fyri í fleiri førum at hava rúsevni uppi á sær, at koyra bil ávirkaður av rúsevnum, og fyri innbrot og stuldur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369