Miðlastuðulin staðið í stað síðani 2017

Miðlastuðulin staðið í stað síðani 2017
Miðlastuðulin eigur at vera latin eftir tí skipan, ið var galdandi fyri 2021, halda blaðútgevarar, sum fegnast um, at landsstýrið ætlar at hækka stuðulin
Skipanin at lata miðlastuðl til verkætlanir er óhóskandi, siga blaðútgevarar
Mynd: Savnsmynd  
 
11.12.2023 - 07:55

Blaðútgevarar mæla til, at farið verður aftur til skipanina við miðlastuðuli, sum var galdandi fyri 2021. 

Men játtanin skal hækka sambært fíggjarlógaruppskotinum, og 2,5 milliónir krónur skulu latast til at reka bløðini.

Ein minni upphædd skal latast øðrum miðlum. 

Upphæddin skal javnast hvørt ár, sigur Blaðútgevarafelagið.

 

Gott at KVF verður tryggjað

Felagið fegnast um, at landsstýrið vil tryggja grundarlagið hjá Kringvarpinum.

Samstundis minnir felagið landstýrið og løgtingið á at viðgera miðlastuðulin í sama álvara sum kringvarpsgjaldið.

Miðlastuðulin hevur staðið í stað síðani 2017. 

Tí fegnast felagið um, at landsstýrið í fíggjarlógaruppskotinum ætlar at hækka stuðulin. 

 

Óhóskandi skipan

Í 2021 var grundleggjandi broyting gjørd í miðlastuðlinum, tá størsti parturin var latin til verkætlanir. 

Hendan skipan er sera óhóskandi og trupul at umsita, siga blaðútgevarar. 

Teir mæla til, at farið verður aftur til skipanina, sum var galdandi fyri 2021. 

Og teir mæla staðiliga frá at gera tær broytingar, sum Mentamálaráðið hevur boðað frá í sambandi við uppskotið um fíggjarlóg. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. oktober
Dreymsótt 1.partur
182201
Hósdag 17. oktober
Breddin: Aktivisma
182184
Mikudag 16. oktober
Skratsj 16. oktobur 2024
182166
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2)
182194
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110