Brúka meiri streym í ár

Brúka meiri streym í ár
Eftirspurningurin eftir elorku er 5,2 prosent størri higartil í ár enn í fjør, sigur SEV
Nú er minni vatnorka og vindorkan veksur.
 
09.12.2023 - 15:57

Eftirspurningurin eftir elorku er 5,2 prosent størri higartil í ár enn í fjør, sigur SEV.

207 gigawatttímar koma úr burðardyggum orkukeldum, trý prosent fleiri enn í fjør. 

Í 52 samdøgur var elframleiðslan í meginøkinum yvir 80 prosent burðardygg.

Í Suðuroynni var hon yvir 80 prosent burðardygg í 143 samdøgur og 100 prosent burðardygg í 117 
samdøgur. 

Meiri vindorka og minni vatnorka eru í ár.

Røkkur ikki málinum

Málið hjá Sev var at hava 54 prosent av burðardyggari elframleiðslu í 2023. Hesum máli røkkur SEV ikki.

Úrslitið hjá Sev í ár verður í løtuni mett at vera okkurt um 53 milliónir krónur eftir skatt.

Og tað er ætlaða úrslitið.

Nevnd og stjórn eru nøgd við framskrivaða úrslitið og fíggjarligu støðu felagsins við ársenda 2023. 

Ætlaða úrslitið næsta ár er 31 milliónir krónur eftir skatt, og tað er ikki nóg gott, sigur SEV.

SEV ætlar, at grønu orkuverkini geva 302 gigawatttímar, ella 64 prosent av elframleiðsluni í 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981