Suðuroyartunnil fer at kosta 3,8 mia. krónur

Suðuroyartunnil fer at kosta 3,8 mia. krónur
Skal serlig atgongd gerast upp í Skúvoy, fer tað at kosta 200 milliónir krónur aftrat
 
08.12.2023 - 16:56

Metti kostnaðurin fyri Suðuroyartunnilin er 3,4 milliardir krónur og fyri vegagerð og nýggjan tunnil millum Sandvík og Hvalba 400 milliónir krónur aftrat. Tilsamans 3,8 milliardir krónur. Og skal serlig atgongd gerast upp í Skúvoy, fer tað at kosta 200 milliónir krónur aftrat. Altso tilsamans 4 milliardir krónur.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og politiski fylgibólkurin við umboðum úr øllum flokkum á tingi eru í dag kunnaðir um verkætlanina.
 
Kostnaðarmetingin byggir á seinastu prísir og metingar fyri slíkar verkætlanir í Norra og Føroyum. Metingin byggir á 2023 prísir, skrivar p/f Suðuroyartunnil í tíðindaskrivi. 

Váðametingar

Tvær váðametingar eru gjørdar fyri verkætlanina. Ein fyri hvussu slíkur tunnil kann byggjast og ein fyri trygdina í slíkum tunli, tá hann er tikin í nýtslu. Metingin er, at Suðuroyartunnilin kann gerast við nøkrum eyka trygdartiltøkum samanborið við Sandoyartunnilin.

Suðuroyartunnilin verður 22,8 km langur, sum er tað sama sum Sandoyar- og Eysturoyartunlar eru tilsamans. Tann verkætlanin kostaði 2,6 milliardir krónur í 2019 prísum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209