25 munnligir fyrispurningar í tinginum

25 munnligir fyrispurningar í tinginum
Tingið fer eisini at viðgera uppskotið frá Løgmálaráðnum um at broytingar í rættargangslógini
Munnligir fyrispurningar og rættargangslógin eru á skránni í løgtinginum í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.12.2023 - 10:29

Munnligir fyrispurningar eru í tinginum í dag, og landsstýrisfólk skulu svara tilsamans 25 spurningum.

Spurt verður millum annað um Tjóðleikhúsið, hvat skal henda við Teistanum, tá koyrandi verður í Sandoyartunlinum, Dalstunnilin, Tjørnuvíkartunnilin, ferðsluviðurskifti við Gøtugjógv og fastar kommunulæknar á ellis- og røktarheimum. 

Sí yvirlit yvir spurningarnar her. 

Løgtingið fer eisini atkvøða, um Dennis Holm, landsstýrismaður, skal svara skrivligum fyrispurningi frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, um undirsjóvarbreyt, metro, til útoyggjarnar.

Hon sigur, at farvegurin til Nólsoyar kundi verið ein byrjan.

 

Síðani 2018 er rættargangslógin í Føroyum bara broytt eina ferð. (Savnsmynd)

 

Broytingar í rættargangslógini

Løgtingið fer í dag eisini viðgera nógvu broytingarnar, sum Løgmálaráðið mælir til at gera í rættargangslógini.

1.januar 2021 kom í gildi nýggj og dagførd rættargangslóg fyri Føroyar. 

Landsstýrið og danska stjórnin vóru tá samd um, at rættargangslógin skal dagførast regluliga, so munurin á rættargangslóggávuni í Føroyum og Danmark ikki aftur verður so stórur.

Nú verður skotið upp, at broytingarnar í donsku rættargangslógini, sum eru komnar síðani 2018, og eru viðkomandi fyri okkum í Føroyum, vera settar í gildi her.

Síðani 2018 er rættargangslógin í Føroyum bara broytt eina ferð.

Eisini er neyðugt at broyta lógina, tí reglur um sammóðirskap eru komnar í Føroyum.

Løgtingið hevur samtykt eina nýggja lóg um foreldramyndugleika og samveru.

Og seinastu broytingarnar, sum eru gjørdar um hvítvask, krevja eisini broytingar í rættargangslógini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737