- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stríðast um makrelpengar
Gullið frá makrelinum skuldi falla fleiri í lut. Línuskipini og trolararnir í heimaflotanum, sum lógu tungt í sjónum, fingu tí makrelkvotu, fyri at betra um raksturin, hóast tey ikki fiska makrel.
Onnur hava altso fiskað makrelin fyri tey. Hjá fleiri av skipunum fingu manningarnar lut í makrelpengunum, millum annað hjá JFK samtakinum.
Altso, har JFK samtakið var uppi í, fingu manningarnar á línuskipunum og trolarunum sín lut í makrelpengunum.
Men so var ikki allastaðni, og tað er Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelanum, serstakliga ónøgdur við. So ónøgdur, at hann er farin at fyrireika rættarmál.
Sambært Jan Højgaard, er ein sjálvsagdur lutur í at stuðla heimaflotanum við makrelkvotum, eisini at stuðla manninginum.
Sama er galdandi fyri Kamb og Stapan, sum eisini hava samband við Framherja í Fuglafirði.
Nú er reglurnar aftur broyttar, og tí ber heldur ikki til longur hjá JFK samtakinum at lata makrelpengar víðari.