44 milliónir aftrat til H-bygningin

44 milliónir aftrat til H-bygningin
Løgtingið hevur endaliga samtykt uppskotið frá landsstýrinum
Sambært lógini, sum nú er samtykt, røkkar tær 43,7 milliónirnar til at gera H-bygningin lidnan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.12.2023 - 15:55

32 av teimum 33 tingfólkunum í løgtinginum atkvøddu seinnapartin fyri uppskotinum um at játta 43,7 milliónir krónur aftrat at gera H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan.

Jørgen Niclasen atkvøddi blankt, men allir hinir løgtingslimirnir atkvøddu fyri.

Málið varð til triðju viðgerð 16. november, men fór aftur í fíggjarnevndina.

Løgtingsfólk søgdu seg ivat í, um fleiri eykajáttanir fór at koma, tí Frihedsbrevet.fo hevði sátt iva um tað. 

Landsstýriskvinnan, Sjúkrahúsverkið og Landsverk vóru til hoyringar, og fíggjarnevndin mælti til at samtykkja málið.

Og tað var gjørt við triðju viðgerð í tinginum seinnapartin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944