Runavík hevur kulfaktor 4,7

Runavík hevur kulfaktor 4,7
Ein Spyr.fo spurnakanning, ið er gjørd fyri Kulfaktor Føroya, vísir, at Runavík hevur kulfaktor 4,7. Men hvat heldur tú? Hvussu kul er Runavík?
Runavík hevur kulfaktor 4,7, um mann roknar miðaltalið hjá øllum teimum, ið vóru við í Spyr.fo spurnakanningini
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen  
 
05.12.2023 - 12:19

500 fólk um alt landið eru spurd í einari spurnakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kulfaktor Føroya, hvussu kul Runavík er á einum stiga frá 1 til 10, har 1 er "als ikki kul", og 10 er "sera kul"?

 

"Runavík er sum býur eyðkendur av stríðnum millum tey bleytu og tey hørðu virðini."

Nina Alberg, arkitektur

 

Úrslitið gjørdist, at Runavík, og her rokna vit Runavík, Saltangará og Glyvrar undir einum, hevur ein kulfaktor upp á 4,7

 

Hvør er kulfaktorurin hjá Runavík?

Everybody Kvinnur Menn
1 - als ikki kul 8,20 % 4,24 % 11,74 %
2 5,00 % 2,54 % 7,20 %
3 8,40 % 7,20 % 9,47 %
4 10,60 % 9,32 % 11,74 %
5 19,80 % 17,37 % 21,97 %
6 18,20 % 22,03 % 14,77 %
7 12,00 % 14,41 % 9,85 %
8 6,00 % 8,47 % 3,79 %
9 1,80 % 2,12 % 1,52 %
10 - sera kul 3,00 % 2,54 % 3,41 %
Veit ikki 7,00 % 9,75 % 4,55 %

 

Føroyingar seta Runavík í samband við handilslívið

Í spurnakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kulfaktor Føroya, og har ið 500 fólk um alt landið eru spurd, spurdu vit eisini, hvat ið fólk seta í samband við Runavík.

 

"Runavík er jú fyrst og fremst ein ídnaðarbýur, men so er tað jú eisini ein handilsbýur og tænastubýur, og tú sært í veruleikanum ein samavavstur av øllum funktiónunum á ein lutfalsliga óskipaðan hátt. Orðið óskipaður er nakað, ið eyðkennir hetta økið."

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

 

Flestir føroyingar seta eitt fjølbroytt úrval av handlum í samband við Runavík. Vinnulív er næst á listanum, meðan trúarlív, harundir kirkjur og samkomur, eru nummar trý á listanum. 

 

Hvørjar av hesum yvirskriftum setur tú í samband við Runavík? Everybody Kvinnur Menn
Fjølbroytt úrval av handlum 53,60 % 62,71 % 45,45 %
Vinnulív 53,00 % 47,03 % 58,33 %
Kirkjur og samkomur (trúarlív) 45,20 % 40,68 % 49,24 %
Ítrótt 32,20 % 35,59 % 29,17 %
Býarlív (kaffistovur, matstovur, náttarlív og tílíkt) 20,80 % 27,54 % 14,77 %
Størri tiltøk 14,60 % 23,73 % 6,44 %
Mentan og list 13,80 % 16,95 % 10,98 %
Umhvørvi og grøn øki 8,80 % 11,44 % 6,44 %
Einki av hesum 8,60 % 8,05 % 9,09 %
Góð byggilist 4,60 % 4,24 % 4,92 %
Fornminni 1,40 % 1,69 % 1,14 %

 

"Her í Runavík er nógv eftir at gera, áðrenn kulfaktorurin er komin upp á 10."

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

 

Hvat heldur tú? Hvør er kulfaktorurin hjá Runavík?

At vera kul (cool) kann merkja, at talan er um ein áhugaverdan, hendingaríkan og fjølbroyttan bý ella bygd  stutt sagt, at talan er um eitt gott og spennandi stað.

Loading Poll...

 

Hvat: Kulfaktor Føroya
Hvar: í útvarpinum
Nær: Týsdagar kl. 17.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Fríggjadag 22. november
Góðan morgun Føroyar
184019
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981