Pensjónirnar hækka næsta ár

Pensjónirnar hækka næsta ár
Pensjónir og aðrar almannaveitingar hækka 3,8 prosent
Pensjónir og aðrar veitingar frá Almannaverkinum hækka 1. januar. (Savnsmynd)
 
01.12.2023 - 14:14

Fólkapensjónin hækkar næsta ár 260 til 340 kr. um mánaðin. 

Saman við hækkingini í útgjaldinum frá Samhaldsfasta, fáa fólkapensjónistar millum 500 og 600 kr. meira um mánaðin, sigur Almanna- og mentamálaráðið. 

Sostatt fær ein stakur fólkapensjónistur, sum ikki hevur aðra inntøku, 15.520 krónur um mánaðin. 

Fyritíðarpensjónin hækkar 400 til 600 kr. um mánaðin, og hægsta endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku hækkar umleið 1.000 krónur,  upp í 26.814 krónur um mánaðin.

Kunngerðin um áseting og javning av almannaveitingum fyri 2024 er nú lýst, og á nýggjárinum hækka pensjónir og aðrar almannaveitingar 3,8 prosent.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944