Magne Hoseth: Teir áttu reytt kort

Magne Hoseth: Teir áttu reytt kort
Slovan Bratislava átti reytt kort eftir steðgin. Tað segði KÍ-venjarin, Magne Hoseth, sum kortini viðgekk, at útiliðið vann, tí teir vóru betri í avgerandi løtunum
 
30.11.2023 - 20:34

KÍ tapti í kvøld 2-1 fyri Slovan Bratislava og misti tí møguleikan at spæla seg víðari í Conference League, nú bert útidysturin ímóti Lille er eftir.

KÍ-venjarin, Magne Hoseth, viðgekk eftir dystin, at slovakar vunnu, tí teir vóru betri í avgerandi løtunum í báðum brotsteigunum, men hann helt eisini, at útiliðið átti at fingið reytt kort eftir steðgin.

 - Teir geva jú Deni albogan, og hann fær eina stóra kúlu, segði Magne Hoseth.

 - Og dómarin dømir ikki eingongd fríspark. Venjarin hjá teimum er eisini úti á vøllinum eftir bóltinum, og so fáa teir innkast. Ta løtuna misti dómarin takið á dystinum, segði KÍ-venjarin.


Høvdu møguleikan

KÍ spældi ein góðan dyst og hevði tamarhald á dystinum í longum løtum. Eisini eydnaðist at spæla seg til fleiri góðar støður og onkrar málkjansir eisini.

Teir bestu fingu Sivert Gussiås fyri steðgin og Páll Klettskarð í seinna hálvleiki, men teir megnaðu ikki at umseta til mál. Tað var eisini munurin á liðunum, segði Magne Hoseth.

 - Hann (dómarin, red.) er ikki grundin til, at vit tapa dystin. Grundin er, at vit eru ikki nóg dugnaligir framman fyri málinum, men tað eru teir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109